Tøkk fyri kjaksendingina - SvF

Andrass Skaalum

Týskvøldið var ein framúr góð kjaksending í SVF um samráðingarnar Føroya og Danmarkar millum um støðu Føroya framyvir.
Tøkk til SVF við vertinum Boða Godtfred og tøkk til Kára á Rógvu, Sjúrð Skaale og Bjørn á Heygum fyri eitt upplýsandi og sakligt orðaskiftið.
Tit megnaðu at geva lurtarunum gott innlit í týdningarmikla spurningin á einfaldan og greiða hátt, hetta eru vit ikki forvand við.
Tit skóru lætt og smidliga inn á bein, uttan spillandi goragang, sum vit tíverri ov tíðum fáa frá politikarum.
Spell at politikarar, sum fyrr hava gramt seg um væntandi opinleika nú eru so tættir.
Tit vóru eitt frálíkt toymi.