Ítøkjulig ætlan um koyribreyt

Hans J. Hermansen og Heini á Borg í Havn bíða eftir svari frá Tórshavnar kommunu um at fáa øki til eina koyrtekniska breyt

 Vit bíða bara eftir svari frá Tórshavnar býráð upp á umsókn okkara um eitt øki til eina koyritekniska breyt.
Hetta sigur Hans J. Hermansen, koyrirlærari í Havn, sum saman við Heina á Borg hevur søkt um øki til eina slíka breyt.
 Vit ætla at byrja í smáum, men ætlanin er, at hetta skal verða til eina veruliga koyritekniska breyt, sum lýkur øll tey krøv, ið eru neyðug, sigur Hans J. Hermansen.
Hann vísir á, at í kunngerðini fyri koyrikortið stendur, at krav er um undirvísing á slíkari breyt, tá ein slík breyt er komin.
 Vit skulu eisini minnast til, at koyrikortið hjá okkum er treytað av hesum krøvum, sum eru í okkara grannalondum.
Umframt vanliga koyriundirvísing hava Hans J. Hermansen og Heini á Borg eisini aðrar ætlanir.
 Vit hava gjørt hetta, tí vit hava áhuga fyri hesum. Tað hevur so nógv verið tosað um hetta í nógv ár, men eingin er komin á mál við hesum, sigur Heini á Borg.
 Tí er tað eisini okkara ætlan at fáa motorítróttin við eisini, sigur hann og vísir á skipaðu koyringina við knallertum og motorsúkklum, sum er komin í lag seinnu árini.
Hann nevnir eisini aðrar greinir innan mótorítrótt, sum kunnu gerast aktuellar, tá umstøðurnar eru til tess.
 Alt hetta skal sjálvandi fara fram undir tryggum og skipaðum umstøðum, sigur Heini á Borg, sum vónar, at koyrilærarar o. o. fara at taka væl undir við ætlanini, tí uttan teirra stuðul verður ætlanin ikki til veruleika.