At SEV hevur sent øll síni starvsfólk, frá ovast til niðast, gjøgnum skeið, ið skulu lyfta andan á orkuveitarans arbeiðsplássum, eigur ikki verða blandað saman við tær avgerðir, sum nýliga eru tiknar um størri opinleika og leiðslubroytingar í tí interkommunala felagsskapinum. Tað sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sum svar upp á spurning okkara um eitt hugsandi samband millum skeiðini hjá norsku FloodRocks og tey alment kunngjørdu tíðindini um broytingar í SEV.
? Vit tóku longu í fjør avgerð um at fara undir førleikamenning í samstarvi við FloodRocks aftan á at vit høvdu testað teirra skeið í Suðuroy, segði Klæmint Weihe, og avvísti samstundis spurningin um, at førleikamenningin hongur saman við avgerðini á eyka umboðsnevndarfundi herfyri um, at allir fundir í Umboðsnevndini í prinsippinum nú skulu vera almennir samstundis sum bygnaðurin í leiðsluni skal broytast og atlit til náttúru og umhvørvi skal hava hækkaða raðfesting í sambandi við útbyggingar.
? Hesi skeiðini hjá FloodRocks eru nakað heilt annað? Vit spurdu okkara starvsfólk í Suðuroy um teirra royndir aftan á, at tey høvdu verið ígjøgnum hesi skeið, og tey lótu ógvuliga væl at, so væl at vit avgjørdu rættiliga skjótt at taka øll okkara starvsfólk gjøgnum somu skeið. Men hetta var fyri árslok?
Klæmint Weihe sigur seg bæði vóna og vænta við, at SEV fær nógv burtur úr skeiðunum, men hann viðgongur, at tað enn er heldur tíðliga at draga nakrar niðurstøður.
? Skeiðini snúgva seg um at læra seg sjálvan at kenna á arbeiðsplássinum, at finna sín rætta leiklut í samspælinum við onnur og, ikki minst, at brúka tíðina rætt? Vit hava øll verið á skeiði, øll á jøvnum føti, uttan mun til positión á arbeiðsplássinum, og eg haldi hetta er nakað sum øll kunnu fáa nakað burturúr. Hetta eigur at kunna geva ítøkiligar spin-off effektir?
? SEV skal, búskaparliga sæð, kunna vinna nakað veruligt burtur úr hesum, og tað vóni og vænti eg eisini vit gera, rættiliga skjótt? Vit ætla ikki at hetta skal vera eitt one-off fyribrigdi, men heldur nakað, ið vit kunnu fáa varandi nyttu av. So tað ræður um at føra víðari tað vit lærdu, og tað er júst tað vit royna við nøkrum uppfylgjandi leiðaraskeiðum, ið skulu tryggja at vit kunnu implementera og víðariføra hetta? Men, tað er ómøguligt at siga nakað sum so um nyttuna í hesum og hvussu væl hetta veruliga er eydnast, fyrr enn um seks mánaðir; tá skulu vit kunna síggja, hvønn mun tað hevur gjørt til ta tíð.