Tóki skiftir frá uppflytara til uppflytara

Nú fer Tóki á Lofti at spæla við EB/Streymi

Argjamaðurin Tóki á Lofti hevur í ár spælt við 07 Vestur, har hann í 18 dystum í 1. deild skoraði 11 mál. Harvið hevði álopssinnaði og driblisterki leikarin sín avgjørda leiklut í, at 07 Vestur flutti upp í Effodeildina. Tóki á Lofti fer tó ikki at umboða vágamenn í landsins fremstu fótbóltsrøð, tí at í kvøld er blivið greitt, at hann hevur skrivað undir sáttmála við hitt uppflytaraliðið úr 1. deild, EB/Streym.

 

Hetta hevur EB/Streymur kunngjørt á heimasíðu sínari. Felagið skrivar, at sáttmálin við 22 ára gamla Tóka á Lofti fevnir um kappingarárið 2017.

 

Tóki á Lofti hevur áður eisini spælt við bæði B36 og AB, har hann í báðum hesum feløgum hevur verið sera eyðsýndur á næstbesta liðnum, men tó hevur hann ikki veruliga gjørt vart við seg í Effodeildini enn. 

 

Tóki á Lofti hevur í 80 dystum í 1. deild skorað 47 mál, so talan er um ein mann, sum veit, hvar málið stendur.

 

EB/Streymur kunnger eisini, at 40 ára gamli Sjúrður Jacobsen og 17 ára gamli Niklas Kruse hava skrivað nýggjar sáttmálar við felagsliðið úr Sundalagnum.