Tóki: Eg setti bara høvdið á bóltin

(Frá Rás2) Málhetjan hjá EB/Streymi er ikki greiður yvir hvussu vakurt sigursmál hann hevur skotið í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við sigursmálskjúttan hjá EB/Streymi, Tóka av Lofti aftaná Tóki og liðfelagarnir á heimavølli við Margáir í Streymnesi høvdu vunnið 1-0 á HB.

 

Meðan Hilmar Jan Hansen roynir at staðfesta yvirfyri Tóka av Lofti hvussu vakurt sigursmál hann hevur skotið, so sigur Tóki av Lofti seg ikki skilja hvussu vakurt mál hann hevur skotið: - Eg setti bara høvdið á bóltin, sigur hann eitt sindur smæðin um at verða stóra málhetjan við Margáir í dag.

 

Hetta er fyrstu ferð Tóki av Lofti hevur byrjað inni í ár: - Hetta er fyrstu ferð eg byrji inni í ár, og fyrstu ferð, at eg skori í effodeildini. Vónandi fara eg at skora nógv mál aftrat í effodeildini, greiðir Tóki frá.