Tóki basti skúlastjóranum

9. F í Kommunuskúlanum, sum millum annað húsast í FSF húsinum, fekk í dag vitjan av Hanusi Joensen, skúlastjóra. Og ørindini vóru at telva simultantalv móti teimum 20 næmingunum í 9.F.

 

Skúlastjórin, sum er gamal stórtelvari, basti øllum næmingunum – uttan einum: Tóka H. johannesen.

 

Tóki H. johannesen vísti, at hann ikki bara hevur vant fótbólt, tá ið hann megnaði at taka skúlastjóran á bóli og vinna á honum.

 

Endaliga úrslitið gjørdist tó stórsigur til Hanus, sum vannn19-1.

 

Fleiri tíðindi úr Kommunuskúlanum kunnu lesast á heimasíðu skúlans http://www.kommunuskulin.fo