Føroya Tele bjóðar nú øllum at taka lut í eini kapping, har tað ber til at vinna møguleikan at hitta tónleikararnar í Alphabeat.
Í nýggja blaðnum Tráðurin, sum júst er komið út, bjóðar Føroya Tele øllum at verða við í eini kapping, har vinnarin sleppur at hitta tónleikararnar í bólkinum Alphabeat, sum kemur til Føroya at spæla á Summar Festivalinum í august.
Fyri at taka lut í kappingini skalt tú svara hesum spurningi: Hvat plátufelag hevur Alphabeat skrivað undir plátusáttmála við?
Svarmøguleikarnir eru hesir:
EMI: Send Alpha 1 til 1441
Universal: Send Alpha 2 til 1441
Virgin. Send Alpha 3 til 1441
Tey, sum svara rætt, eru við í lutakastinum um vinningin. Bert Føroya Tele kundar kunnu taka lut í kappingini.
Vinnarin fær atgongumerki til sín og tríggjar vinir, og tey fáa sína heilt egnu, eksklusivu løtu saman við Alphabeat á Summar Festivalinum.
Kappingin endar 23. Juni, og tá verður vinnarin funnin.