Øll kunnu vera við at avgera, hvør fær Áhoyraravirðislønina á FMA 2018.
Áhoyraravirðislønin á FMA verður latin bólki ella einstaklingi, ið fær flestar sms-atkvøður. Í øllum hinum førunum eru tað dómsnevndir, ið velja hvør skal vinna.
Undanfarin ár hava Swangah, Xperiment, Elinborg og Hans Andrias vunnið Áhoyraravirðislønina.
Tað eru sms-atkvøður burturav, sum eru avgerandi. Til ber at atkvøða einaferð. Send eini sms-boð til 1940 við boðunum FMA og so navninum á tí bólkinum ella einstaklinginum, tú vilt atkvøða fyri. Til dømis: "FMA Roynd" Kostnaðurin er fimm krónur umframt vanligan sms-takst.