Tú kanst ikki seta orð á kenslurnar

Omma Petur, Gunnvør Poulsen, vónar framvegis, at ommubarnið verður verandi í Føroyum. Petur hevur fingið boðini um, at hann skal til Danmarkar at búgva, og hetta hevur ávirkað sinnalagið á fimm ára gamla atferðatrupla dronginum

Síðan í februar mánaði í 2003 hevur atferðartrupli Petur búð hjá ommuni og abbanum, Gunnvør og Johannes Poulsen í Purkugerði í Havn. Mánadagin verður Petur avheintaður hjá ommuni og abbanum og síðan fluttur til Danmarkar.
-Tey fólk, ið varða av málinum um Petur hugsa bert um løgfrøði og ikki um tað menniskjaliga, men eg vóni framvegis, at vit fáa vent málinum, sigur omma Petur, Gunnvør Poulsen.
Spurd, hvussu tey kenna tað, at ommubarnið eftir øllum at døma verður sent av landinum, svarar Gunnvør, at tað ógjørligt at seta orð á sterku kenslurnar, sum familjan fer ígjøgnum í løtuni.
-Vit hava langt síðan avgjørt, at skuldi Petur sendast av landinum, fóru vit ikki at flúgva hann niður, tí tað høvdu vit snøgt sagt ikki klára. Petur verður óivað hysteriskur, og tað klára vit ikki at síggja, greiðir omman frá.

Danir vitja
Fyri sløkum 14 døgum síðan vóru umboð fyri danska viðgerðarstovnin og vitjaðu í Føroyum. Uppgávan hjá donsku umboðunum var at hitta familjuna og Peturi á máli.
-Donsku fólkini vóru tveir dagar í Føroyum, og tey nýttu bert 5-10 minuttir at tosa við Petur. Hesi fólkini kundu bert at hava ringt til mín, og spart sær túrin til Føroya, tá tey sýna so lítlan áhuga í dronginum, heldur omman.

Óróligur
Spurd, um Petur veit, at hann skal av landinum mánadagin, svarar omman, at Sosiala deild á Tórshavnar býráð hevur greitt honum frá, at hann skal til Danmarkar í næstum.
-Petur er nógv óróligari enn hann plagar. Hann var annars blivin meira róligur, men nú er hann aftur blivin hyperaktivur og uppgearaður. Hetta kemst óivað av, at hann veit, at hann í næstum verður fluttur til Danmarkar, sigur omman, Gunnvør Poulsen, at enda.

Klaga viðgerðina
Gunnvør og Johannes Poulsen hava í vikuni sent eina klagu til Almannastovuna. Omman og abbin heita á staðiliga á Almannastovuna um at útseta ætlanirnar um at senda Petur av landinum, tí málið er ikki rætt handfarið. Í løtuni liggur málið hjá Almannastovuni, og omman og abbin bíða nú spent eftir úrskurðinum í málinum.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Sosialu deild á Tórshavnar býráð, men hon hevur als onga viðmerking til málið, áðrenn Almannastovan er komin til eina niðurstøðu.