Íslendska og danska løgreglan hava kannað, um samband var millum drápini á íslendsku Birnu Brjánsdóttir og donsku Emilie Meng.
Tær báðar ungu kvinnurnar vórðu báðar funnar deyðar, eftir at hava verið horvnar. Íslendska kvinnan var burtur í eina viku, meðan Emilie var horvin í longri tíð, áðrenn hon varð funnin dripin.
Teir báðir menninir, sum eru handtiknir í málinum um drápið á Birnu Brjánsdóttir, eru við trolaranum Polar Nanoq, sum kom til Íslands úr Danmark. Tí var eitt møguligt samband millum málini kannað.
- Tá ið tvey mál líkjast, hyggja vit altíð eftir, um tað kann verða eitt samband millum tey. Vit kannaðu, um grønlendska skipið var í Danmark, tá ið Emilie hvarv, men tað var tað ikki, sigur Søren Ravn, kanningarleiðari hjá Sydsjællands Politi við MetroXpress.
Enn er málið um drápið á Emilie Lyng ikki uppklárað, meðan íslendska løgreglan heldur seg hava funnið drápsmenninar í málinum um Birnu Brjánsdóttir.









