Eg havi virðing fyri, at Jenis Kristjan av Rana hevur umsorgan fyri kvinnum, sum liva av skøkjulevnaði, men vit kunnu ikki lóggeva modernaðu Føroyar aftur til sharialógir.
Vit eiga heldur at tillaga okkara lóggávu til veruleikan. Eitt nú hevur føroyska húsarhaldið atgongd til hardcore porno á netinum og í gjøgnum fylgisvein allan sólarringin, samstundis sum porno er bannað sum søluvøra í Føroyum. Vit skuldu loyvt porno í landinum, vit áttu eisini at loyvt striptease út frá tí grundgeving, at vit fáa ikki lóggivið hetta burtur. Tað vildi verið tað sama sum at lóggivið móti vindi í Føroyum.
Tað er forkastiligt at lóggeva soleiðis, at tvímoralurin fær fríar ræsur. Tá ið øll allíkavæl kunnu síggja porno í Føroyum, er ein lóg móti hesum uttan nakra nyttu. Vit eiga at formalisera nakað, sum longu er í staðin fyri at gera fólk til lógbrótarar.
Vit byggja ikki land við lógum eina. Vit eiga heldur at geva okkara børnum eina uppaling, sum stimbrar ein kærleiksfullan moral. Í Bretlandi er eitt lógarprinsipp sum sigur, at tað sum ikki staðiliga er bannað er loyvt. Hetta prinsippið vekir ábyrgdarkenslu hjá borgaranum heldur enn formyndarí. Góðtekur tú tín hug, missir hann sína megi. Berjist tú í móti, tekur megin til.
“Tað skal høgur moralur at liva í einum anarki, einum landi uttan lógir, er Bob Dylan endurgivin fyri at hava sagt.” Fleiri lógir, minni krevst at tær sum sjálvstøðug menniskja, og tað er soleiðis, vit eru fødd í hansara mynd.
Eg kann stuðla stríðnum móti striptease og komandi skøkjum í Føroyum við at standa við mín hug at vitja tær og síðani lata vera við at vitja tær, og kemur ein lóg, sum bannar striptease, tástaðni verður tað ordliga spennandi og lokkandi. Tú kann ikki lóggeva fyri og í móti greði, hon finnur sínar egnu leiðir, uttan mun til hvussu høgt peikifingurin er á lofti, uttan mun til hvørjar lógir verða smíðaðar og hvat Bíblian sigur. Og tað skal greði til, um striptease og skøkjulevnaður skal vera lívi lagað í Føroyum.
Móses kom oman av fjallinum við tíggju boðum og prestarnir saman við levittunum høvdu so mikið ilt við at skilja hesi, at teir gjørdu 500 onnur boð. Og heldur ikki tey vórðu hildin.