Maradona, Platini, Baggio, Raul og Elkjær hava roynt tað. At misnýta størsta møguleikan av øllum, júst tá trýstið er størst.
Felags fyri hesar er, at teir undir vanligum umstøðum megnaðu at raka málið frá mest sum øllum ómøguligum vinklum. Og undir venjing høvdu teir helst hvør í sínum lagi sent 100 brotsspørk á rað í kassan. Men tá mest stóð á, stóðu teir ikki móti trýstinum.
Brotsspørk og EB/Streymur
Tá tosað verður um kynstrið at taka brotsspørk, eru helst hópin av frágreiðingum uppá, hví summir skjúttar mest sum altíð skora, meðan aðrir misnýta.
Men ein tann týdningarmesti er helst sálarligi parturin av spælinum. Aksel Haraldsen telist helst millum teirra, sum hava drúgvastu royndirnar innan ítróttarsálarfrøði í Føroyum, og tó at hetta mest hevur verið innan svimjing, so er hann ikki eitt sekund í iva um, at flestu viðurskiftini eru eins innan allar ítróttargreinar. Ella í fleiri av lívsins viðurskiftum fyri tað.
- Tá tú tosar um brotsspørk, so kanst tú tað sama spyrja, hví EB/Streymur ikki vann FM. Tí í heilt nógvar mátar eru tað somu fyribrigdi, sum gera seg galdandi. Millum týdningarmestu lutirnar eru altíð motivatión, trýst, tryggleika og tað at kenna sítt egna mentala støði.
Tí tapti EB/Streymur
- Taka vit dømið við EB/Streymi, so høvdu teir jú gjøgnum nærum heilt kappingarár vunnið seg í eina framúr góða støðu. Tí skuldi tað ikki verið nakar skelkur, at teir brádliga stóðu við møguleikanum fyri gullinum, men tá tú ikki ert vanur við slíkar støður, so kemur tað so sera óvart á.
- Tað merkir- fyri bæði spælarar, venjarar og leiðslu - -at tú brádliga ert um at missa mentala fótafestið. Og fyri mær er spurningurin, um teir yvir høvur trúðu upp á møguleikan, tá hann brádliga var har. Tað gekk jú væl fyrstu dystirnar, men tað tóktist ongantíð, sum tordi felagið ella spælarar at siga, at nú skal gullið fáast til høldar. Og móti endanum varð bara tosað um, at nú manglar bara hatta og hatta stigið. Seinasta dystin skuldu teir bara klára javnleik móti einum liði, sum einki hevði at spæla fyri, men heldur ikki tað megnaðu teir. Og eftirfylgjandi úttalaði onkur at eitt annað lið sum í veruleikanum als ikki kundi avgera nakað við úrsliti hjá EB Streym, var meiri sigursvant.!! Tað er í hvusu so er tekin uppá at ein ótti so ella so hevur verið forbundin við teirra støðu. Og tað kann so aftur verða tekin um at teir ikki hava navigera í tí mentala apparatinum.
Navigatión er neyðug
Og Aksel ivast so heldur ikki í, at nógv kundi verið gjørt øðrvísi hjá EB/Streymi, so teir í størri mun megnaðu at standa ímóti trýstinum.
- Tað verður nógv tosað um sonevndar mentalar navigatorar. Tað vil siga, at tú broytir mentalu kósina – ella fokus – so hvørt sum tingini henda. Tá tað nú gekk somikið væl hjá EB/Streymi, so áttu øll í felagnum longu tíðliga í árinum at tosa saman. Hetta kundi broytt málsetningin, ella kanska bara gjørt spælararnar meira fortróligan við hendan.
- Og ikki minst kundi hetta verið nýtt til at fáa spælararnar at góðtaka, at tað eisini kundi ganga galið. Tí bert við at góðtaka, at tú kanst gera mistøk, kanst tú skapa neyðuga tryggleikan, sum skal til, um tú veruliga skalt náa hæddunum. Júst tað at kritisera mistøk haldi eg vera alt ov vanligt innan føroyskan ítrótt, og tað er køvandi fyri hugin at gera tað óvæntaða. At tora at taka dystin í egnar hendur. Tí fært tú eitt skeld, hvørja ferð tú kiksar, so endar tað við, at tú als ikki vilt royna, heldur Aksel.
Beckham-effektin
Stutt sagt, so snýr tað seg um at skapa tann tryggleikan, sum skal til, fyri at tú eisini undir trýsti kanst gera tað, sum øll vita, at tú dugur.
- EB/Streymur hevði jú í heilt ár víst, at teir dugdu at spæla fótbólt. Men tað dugdu teir ikki eins væl, tá mest stóð á.
- Og tað sama kann sigast um David Beckham. Fólk vóru skelkað, tá nýggi landsliðsvenjarin boðaði frá, at hann ikki longur vildi hava Beckham í hópinum. Sjálvur havi eg sum so ikki tað stóra skili fyri fótbólti, men fyri mær var tað eyðsæð undir HM-kappingini, at maðurin ikki longur var tann sami. Sjálvandi dugdi hann enn síni kynstur, og fysiskt skuldi hann verið á toppinum sum 31 ára gamal. Men mentalt var hann als ikki tí støðinum, sum hann vanliga er á, og tí var eg als ikki bilsin, tá hann varð vrakaður.
- Og tað er júst hetta mentala, sum er so avgerandi, um vit venda aftur til brotsspørkini. Teir bestu spælararnir í heiminum klára allir sum ein at smekka bóltin dygst úti við stólpan úr 11 metrum. Líkamikið, hvussu troyttir teir eru. Men tá óttin fyri at kiksa verður ov stórur, ger hetta eisini møguleikan fyri at eydnast minni.