Tók vørur fyri 600 krónur


 

Leygardagin varð løgreglan boðsend at koma niðan í Miklagarð í SMS. Ein miðaldrandi maður varð steðgaður av starvsfólki í handlinum, tí hann hevði tikið vørur fyri einar 600 krónur í handlinum.

Løgreglan hevur handtikið mannin, og hann verður skuldsettur fyri stuldur.