24 ára gamla norska gentan, Marlene Andresen, brendi seg niðarlaga í andlitið og um hálsin á øðrum stigi, tá hon fyri eini tíð síðan tók sól á eini sólstovu í Noregi. Hon lá í 18 minuttir undir sólini og varnaðist ikki, at hon brendi seg so illa, meðan hon lá har og slappaði av.
- Húðin er framvegis eitt sindur flekkur og sært. Tað fer helst at taka nakrar mánaðir, áðrenn alt er í lagi aftur, sigur hon.
Marlene Andresen dylur ikki, at hon er ørg um, at sólstovan ikki vil taka nakra sum helst ábyrgd á seg fyri skaðarnar, hon fekk.
- Okkurt má hava verið galið við andlitssólini, tí eg havi ongar skaðar aðrastaðni á kroppinum.
Sólstovan sigur, at Marlene Andresen ikki hevur hildið seg til tey fyrivarni, sum eru nevnd.
- Men eg havi hugt, hvørji hesi eru, og eg hoyri ikki til vandabólkarnar, sum tey hava á sínum lista, sigur Marlene Andresen.
So fólk, ið ætla sær at taka sól á sólstovu - verið varin!