Fróðskaparsetur Føroya boðar í dag frá í tíðindaskrivi, at nú er møguleiki at søkja inn á tøk lestrarpláss. Niðanfyri er ein listi yvir útbúgvingar við tøkum plássum.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss.
Tøk pláss eru á hesum bachelorútbúgvingum og hjánámum:
B.A.í føroyskum - Mál og bókmentir
B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Politikkur og umsiting)
B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
B.Sc. í havlívfrøði
B.Sc. í mýlalívsvísindum
B.Sc. í vistfrøði
Hjánám í føroyskum
Hjánám í politikki og umsiting
Hjánám í sosialvísindum og samfelagsfrøði
Hjánám í søgu
Harumframt eru eisini tøk lestrarpláss á hesum masterútbúgvingum:
M.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð
M.S.Sc. í politikki og umsiting
M.S.Sc. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
M.A. í løgfrøði
M.Sc. í heilsuvísindum
Umsóknir og skjøl, sum t.d. av rit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur(at)setur.fo.
Umsóknarbløð og meira er at finna á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.