Í Italia eru myndugleikarnir farnir í hernað ímóti útlendingum, sum eru komnir ólógliga til landið. Í gjár varð fráboðað, at umleið 100 útlendingar vóru tiknir, og at 53 teirra vóru sendir av landinum. Teir tiknu vóru úr Eysturevropa, Albania, Grikkalandi, Norðurafrika og Kina. Italska løgreglan hevur leingi víst á, at nógvir av teimum ólógligu innflytarunum fáast við ymiskt ólógligt virksemi. Harafturat hevur landið stórar trupulleikar av rumenskum sigoynarum, sum hava búsett seg í Napoli, og sum halda seg uttan fyri tað vanliga samfelagið.
Undir valstríðnum herfyri lovaði Silvio Berlusconi at loysa trupulleikarnar við teimum nógvu ólógligu innflytarunum, um hann bleiv valdur. Tað bleiv hann, og átøkini hjá løgregluni eru tekin um, at hann heldur orð.