Tók málið í egnar hendur

Eigarmaðurin av eini trøð í Sørvági, sum seinnapartin í dag fann út av, at tveir hundar høvdu skrætt sundur og dripið einar 30 dunnur og høsn á trønni, gjørdi bart og skjeyt báðar hundarnar á staðnum. Tað var seinnapartin í dag, at eigarmaðurin av eini trøð í Sørvági fekk fráboðan um, at tveir hundar rættiliga gjørdu sær dælt á trønni hjá honum.

Her høvdu hundarnir skrætt sundur og dripið dunnur og høsn, einar 30 í tali.

Eigarmaðurin var skjótur á staðið og skjeyt báðar hundarnar. Síðan boðaði hann løgregluni frá tilburðinum.

Tað skrivar Vágaportalurin.

Myndin, sum er sett til hesa greinina, er tilvildarlig.