Klokkan eitt korter til trý týsmorgunin vaknaðu Turid Drangá, sonur og dóttirin við kaldan dreym. Buldur og brak hoyrdust í neðra í húsunum.
27 ára gamli sonurin, sum gekk við brotnum armi, var fyrstur oman gjøgnum trappurnar, og har møtti hann einum 19 ára gomlum skopuningi, sum var komin at hevna okkurt agg teirra millum.
Innbrotsmaðurin hevði frætt, at 27 ára gamli maðurin, sum annars býr í Havn, var komin suður at vitja mammu sína.
Tá ið Turid Drangá kom niðurundir, lá tann 19 ára gamli maðurin oman á soni hennara og tók kvørkratak. Púra forfard royndi hon at hjálpa soninum og fekk tá knýttan neva inn í síðuna. Trý rivjabein vórðu brákað, og tveir fingrar koktir.
Mest bangin var hon um 16 ára gomlu dóttrina, sum hon kveistraði inn í stovuna, meðan hon ringdi 112.
Í tí sama komu mamma og beiggi tann 19 ára gamla mannin, tí tey vóru farin at leita eftir tí 19 ára gamla manninum. Beiggin legði uppí, og so fekk hann eisini nevan.
- Eg sá, at hann eisini slerdi út eftir mammu síni, men sá ikki, um hann rakti, sigur Turid Drangá.
Førdur til Havnar
Sýslumaðurin í oynni hevur summarfrí, so har eru bara eykapolitistar. Tað tók drúgva tíð, áðrenn teir komu, sigur Turid Drangá, sum heldur tað vera ov galið, at einki fast politi er í Sandoynni, har so nógv brotsverk eru framd seinastu árini.
Eykapolitistarnir tóku mannin, men teir hildu tað ikki vera ráðiligt at hava mannin í oynni fyri náttina, ringdu til Havnar, og so komu tveir politistar úr Havn við bjargingarbátinum Lív og førdu mannin til Havnar, har hann gisti i geglinum.
Politiið í Havn váttar hetta og sigur, at tá ið maðurin týsdagin var edrúur aftur, varð hann sleptur leysur.
Ótrygg
Turid Drangá er framvegis skelkað av tilburðinum, og hon er bangin fyri, at maðurin fer at koma aftur. Hon spurdi i gjár politiið, hvussu hon skuldi verja seg. Politistarnir bóðu hana læsa hurðina.
- Hurðin hjá okkum varð stongd týsnáttina. Hann knústi rútin í hurðini, fekk hondina innum og læt upp, sigur Turid Drangá.
Hon hevur búð eini 30 ár í Danmark, áðrenn hon fyri hálvum triðja ári síðan flutti heim aftur til Skopunar. Í Danmark kendi hon seg ongantíð so ótrygga, sum hon kennir seg nú í Skopun.
- Tað er ófatiligt, at slíkt kann henda í eini lítlari bygd mitt í viku, sigur Turid Drangá.
Áðrenn maðurin varð latin leysur, varð hann avhoyrdur av politinum, men ikki ber til at fáa at vita, hvør frágreiðing hansara var.