Japanska løgreglan tók fyrrapartin ein mann, sum hevði tikið fimm gíslar inni í einum banka í býnum Toyokawa.
Maðurin fór inn í bankan Shinkin Credit Bank í gjár. Hann hevði ein knív uppi á sær, og við honum eydnaðist tað honum at taka fimm fólk gíslar. Fýra teirra arbeiddu í bankanum.
Í nátt eydnaðist tað at fáa mannin at lata ein av gíslunum sleppa úr bankanum, men hann sýtti fyri at lata hini leys, fyrr enn hann fekk vissu fyri, at Yoshihiko Noda, forsætisráðharri, vildiu leggja frá sær.
Løgreglan hevði samband við mannin alla náttina, og fyrrapartin eydnaðist tað nøkrum løgreglumonnum at sníkja seg inn í bankan ígjøgnum eitt vindeyga. Eina lítla løtu seinni varð gíslarænarin tikin.
Japanskir fjølmiðlar siga, at maðurin er 32 ára gamal og arbeiðsleysur.
Gíslarnir hava tað gott.