Amerikanska blaðið New York Times vil vera við, at sonur Saddam Hussein, Qusay, tók eina milliard dollarar úr irakska tjóðbankanum nakrar fáar tímar undan tí fyrsta amerikanska rakettálopinum á Bagdad. Sambært blaðnum var talan um 900 milliónir dollarar og 100 milliónir evrur.
Keldurnar hjá New York Times hava greitt blaðnum frá, at Qusay fekk ein av næstu ráðgevunum hjá faðiri sínum at skriva eina formliga áheitan á tjóðbankan um at útflýggja pengarnar. Alt varð útgoldið í seðlum, men teir fyltu so nógv, at tjóðbankin noyddist at pakka pengarnar í tvær bingjur.
Eingin veit, hvar pengarnir eru, men summar keldur vilja vera við, at nakrar bingjur vórðu fluttar úr Irak til Sýrialands. Um tær báðar bingjurnar við pengunum úr tjóðbankanum vóru millum teirra, er tó ikki greitt.