Sigga-Maria/Fríða
Herman sigur, at ung eru farin meira út á arbeiðsmarknaðin, enn hvat tey hava verið. Serliga vóru tað krambúðir, har tær ungu genturnar arbeiða. Men arbeiðsstøð til dreingir eru ikki nógv av. Summir dreingir velja heldur at fara til skips í summarfrítíðini, enn arbeiði á landi.
- Tey ungu í dag vinna rættuliga nógv, og hava tí ráð at nýta peningin til merkivørur og líknandi, sigur Herman Oskarsson.
Tað førir við sær, at meira verður flutt inn. Tó verður vøran ikki dýrari, men úrvalið størri. Tað hevur so aftur við sær, at nógv matstøð verða bygd, sum til dømis Burger King.
Tess meira tey ungu vinna, tess meira støð, har tey kunnu nýta peningin, verða bygd. Hetta er bæði gott og ringt fyri samfelagið, greiðir Herman Oskarsson frá.
-Vansarnir við tí, kunnu verða, at tann einstaki í samfelaginum, ikki lærir at spara, tí har er so nógv at nýta peningin til, sigur Herman Oskarsson.
- Tað góða við tí, er, at um vit nýta nógvan pening, gevur tað tekin uppá at har eru meira pengar í samfelagnum. Tíðirnar broytast og tað ger samfelagið eisini, endar Herman Oskarson.