Tíðindi frá danska kommunuvalinum

Úrslitið í tølum
Sosialdemokratarnir gjørdust sum nevnt aðrastaði tann stóri vinnarin á danska kommunuvalinum. Í prosentum sær atkvøðubýtið soleiðis út:

Sosialdemokratarnir 34,3
Tey Radikalu 5,2
Konservativi Fólkaflokkurin 10,3
Sosialistiski Fólkaflokkurin 7,4
Danski Fólkaflokkurin 5,9
Vinstri 27,5
Eindarlistin 2,7
Slesvigflokkurin0,1
Aðrir flokkar og listar 6,6

Valluttøkan var 69,4 prosent.


Fortíðin revsaði hana
Danski Fólkaflokkurin fekk eitt vánaligt úrslit í Keyp­mannahavn. Flokkurin fekk 5,9 prosent av atkvøðunum ímóti 7,7 prosentum á valinum í 2001.
Tað er lítil ivi um, at tað var fortíðin hjá velavninum Louise Frevert, sum kostaði flokkinum dýrt. Sum ung spældi hon í nøkrum pornofilmum, og í seinastuni hava nógvir danir sæð filmsmyndirnar aftur. Fyrst komu tær í bløðini, hóast nakað fjaldar, seinni vóru tær á alnótini, og teir seinastu dagarnar undan valinum hingu stórar myndir av henni á lyktasteyrunum í Keypmannahavn. Lógin bannar okkum at prenta tær, men sigast kann, at tær vóru ikki serliga hóskandi fyri eitt politiskt val­evni.
Valið royndist annars ikki serliga væl hjá Danska Fólkaflokkinum, men Pia Kjærsgaard, formaður, uggaði seg við, at heldur ikki hjá hennara flokki sigur úrslitið sannleikan um landspolitisku støðu floksins.


Brixtofte kom aftur
Harafturímóti tykist tað ikki, sum at fortíðin órógvar fyrrverandi borgarstjóran í Farum, Peter Brixtofte. Á valinum fyrradagin stillaði hann upp á sínum nýggja flokki, Vælferðarflokkinum, og tað eydnaðist hon at sleppa í býráðið í Furesø kommunu, sum Farum nú er partur av.
Tað var tó langt ímillum atkvøðutalið hesaferð og tað, sum Brixtofte var vanur við. Á valinum í 2001 fekk hann meiri enn 50 prosent av atkvøðunum í Farum kommunu. Hesaferð fekk hann 4,8 prosent. Tó so, í gomlu Farum kommunu fekk hann 10 prosent.