Helena er ivasom
Helena Dam Poulsen var tann av føroysku málverjunum, sum varð sett sum fyrsti-málverji til dystin móti Belgia, men tað gingu ikki stórt meira enn tíggju minuttir, áðrenn hon haltandi noyddist av vøllinum.
- Eg stóð føst á gólvinum, tá vit vandu týskvøldið, og tá merkti eg tað sama, men eg helt tó, at hetta nú var burtur. Hvørki í morgun ella undir upphitingini kendi eg nakað til skaðan. Men tíðliga í dystinum fekk eg so sama skaðan aftur, og so var bara at fara út segði Helena, tá vit eftir dystin fingu orðið á hana.
Tá Helena fór av vøllinum, var framvegis sera javnt millum liðini, og hon duldi heldur ikki fyri, at tað hevði verið tungt at hugt at.
- Tað var ræðuligt. Men tíbetur, so fingu vit alt betri tak á, sum dysturin gekk, og so gjørdist tað bara heilt stuttligt at hyggja, sjálvt um sjálvandi vóni at gerast klár aftur.
Sum skilst, so er talan helst um eina fipurspreinging niðarliga heilt niðri við fótin. Fysioterapeturin á landsliðnum, Malan Klakstein, er alt fyri eitt farin í holt við viðgerð við ultraljóði og øðrum, og so er bara at vóna, at Helena fer at verða tøk til komandi dystirnar.
-jm
Helena Dam Poulsen fekk týskvøldið skaða í fótin, og sami skaði noyddi hana av vøllinum mikudagin










