Tíðindaskriv til fjølmiðlar

Fiskivinnusamráðingar vóru millum Føroyar og Noreg í Tórshavn í døgnunum 15.-16. Januar 2003 um sínámillum fiskiveiðuavtalu í 2003

Hóast norðmenn høvdu lagt upp til, at samráðingarnar um norðhavssild skuldu tengjast at sínámillum avtaluni við atliti at spurninginum um atgongd at veiða føroyskan makrel í norskum sjógvi, so gjørdist úrslitið, at norðmenn sleptu hesum kravi og ein avtala var gjørd fyri 2003.
Sínámillum fiskiveiðiavtalan fyri 2003 verður soleiðis:

Toskur, hýsa, upsi og lodna í Barentshavinum
Toskakvotan verður óbroytt 1700 tons, hýsukvotan fer úr 350 tonsum uppí 400 tons, upsakvotan fer úr 350 uppí 450 tons og av øðrum fiskaslogum verða 50 tonsa. Russland og Noreg samdust um, at heildarveiðan av vetrarlodnu fer úr 630.000 tonsum í 2003 niður í 310.000 tons í 2003. Hetta viðførir, at føroyska lodnukvotan í norska partinum av Barentshavinum verða yvirførd til norskan sjógv 2.600 tons av toski, 200 tons av hýsu, 280 tons av øðrum og 5000 tons av lodnu.

Svalbard og Jan Mayen
Grundarlagið fyri føroysku veiðuni eftir toski og øðrum við Svalbard varð í 12996 sett til 0.207& av heildarkvotuni. Fyri tosk verður føroyska kvotan sostatt óbroytt 818 tons fyri 2003. Fyri onnur riskasløg verður kvotan 197 tons.
Rækjuveiðan við Svalbard fyri føroysk skip er óbroytt 1317 fiskidagar.
Við Jan Mayen kunnu veiðast 100 tons av svartkjafti og 50 tons av rækjum.


Veiðan í Norðsjónum sunnanfyri 62° N
Makrelkvoturnar lækka í mun til niðurskurðin í heildarveiðuni. Føroyska makrelkvotan í norskum sjógvi verður 1.475 tons í 2003. Harafturat verður yvirført av førosykum makrelkvotuni í norskan sjógv 9.700 tons. Rossamakrelkvotan verður 1000 tons. Upsakvotan verður óbreytt 1400 tons. Sildakvotan verður 700 tons. Av svartkjafti kunnu eisini veiðast 500 tons í ávísum øki.
Ídnaðarkvitan verður 8000 tons av hvítingsbróður, 3000 tons nebbasild og 8000 tons svartkjafti.
Um veiðan eftir svartkjafti fer útum tey 8000 tonsini, so ber til at útjavna við hvítingsbróður. Tað sama er galdandi fyri nebbasild.

Veiðirættindi hjá Noreg á føroyskum øki
Botnfiskakvotan hjá norskum skipum í føroysum sjógvi er óbroytt 5.222 tons tilsamans. Haraftur koma 75 tons av svartkalva og 25 tons av havtasku. Botnfiskakvotan er nú býtt upp í 2.200 tons av longu/blálongu, 1.800 tons av brosmu, 400 tons av upsa og 822 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta hevur við sær, at hjáveiðan av øðrum fiskasløgum minkar og harvið veiðan eftir toski og hýsu.
Skipanin á Førya Banka við avmarkaðum fiskidagatali stendur við.

Veiðurættindi hjá Noreg á føroyskum øki
Botnfiskakvotan hjá norskum skipum í føroyskum sjógvi er óbroytt 5.222 tons tilsamans. Harafturat koma 75 tons av svartkalva og 25 tons av havtasku. Botnfiskakvotan er nú býtt í 2.300 tons av longu/blálongu, 1.800 tons av brosmu, 400 tons av upsa og 822 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta hevur við sær, at hjáveiðan av øðrum fiskasløgum minkar og harvið veiðan eftir toski og hýsu.
Skipanin á Føroya Banka við avmarkaðum fiskidaga-tali stendur við.
Norska svartkjaftakvotan verður 36.200 tons og makrelkvotan 6.100 tons í 2003. Rossamakrelkvotan verður 230 tons.
Nakrir tekniskir eftirlitsspurningar vóru esini viðgjørdir fyri at betra um fiskiveiðieftirlitið. Tað eru reglur um umrokningsfaktorar, krav um lastaplan, ungfiskareglur galda nú eisini fyri norsk skip, reglur um minsta íblanding av undirmátsfiski, tal á skipum og fráboðanskipanin herundir fylgisveinaeftirlit. Hjáveiðireglurnar verða eisini greiðari.