Tíðindaskriv – svar til Kristin Michelsen

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, leggur í tíðindaskrivi eitt tíðindafólk á Degi og Viku undir at bera ósonn tíðindi. Hetta, tí Ingrid Bjarnastein, tíðindakvinna, í einum innslagi týskvøldið 9. juni um uppsagnir á Tvøroyri staðfesti, at Kristin Michelsen noktaði at gera samrøðu við sjónvarpið.

Í tíðindaskrivinum greiðir Kristin Michelsen sera væl frá gongdini, og niðurstøðan av hansara egnu frágreiðing er júst tann, sum Ingrid Bjarnastein staðfestir á dekkinum á Smyrli á veg út eftir Trongisvágsfirði: “Vit noyðast norður aftur til Havnar uttan at tosa við borgarstjóran Kristin Michelsen, tí hann noktar at gera samrøðu við sjónvarpið”.

At gera samrøðu við sjónvarpið merkir at lata seg interviewa við upptøkutóli gangandi. Og sum Kristin Michelsen so væl greiðir frá, so var tað júst tað, hann ikki vildi.

Tíðindakvinnan endurgav tó loyalt tað, sum hon helt vera høvuðsboðskapin í telfonsamrøðuni, hon hevði við borgarstjóran. Tískil slapp hann til orðanna, hóast hann ikki vildi lata seg interviewa.

Við hesum verður váttað, at frágreiðingin hjá Kristini Michelsen er fullkomin - undantikið uppáhaldið um, at tíðindakvinnan á Degi og Viku hevur sagt ósatt.

 

Jón Brian Hvidtfeldt

Tíðindaleiðari

Kringvarp Føroya