Ferðatryggingin er eitt ískoyti til Familjutryggingina hjá Trygd, og er hon galdandi í eitt ár í senn.
Tryggingin fevnir um somu persónar, sum eru umfataðir av Familjutryggingini ? tað er tryggingartakarin við húski, tó undantikið hjálparfólk í húsarhaldinum.
Við teirri nýggju ferðatryggingini hjá Trygd slepst undan at tekna trygging, hvørja ferð ein fer út at ferðast, sigur stjórin í Trygd, Chr. N. Nielsen. Tað er líkamikið á hvønn hátt ferðast verður. Um tað verður flogið, siglt ella koyrt við egnum bili, so er ferðatryggingin hjá Trygd galdandi.
Húskið kann ferðast samlað ella hvør í sínum lagi til útheimin, so ofta tey hava hug, upp til 30 dagar í senn.
Ein avger sjálvur, um ferðatryggingin skal fevna um Skandinaviu/ Bretland ella alt Europa.
Ferðatryggingin fyri Skandinaviu/Bretland kostar árliga kr. 250 fyri alt húskið. Skal tryggingin fevna um alt Europa umframt Grønland, kostar tað árliga kr. 500 fyri alt húskið.
Prísdømi:
Vanlig ferðatrygging fyri eitt húski, sum
fevnir um 4 fólk í 14 dagar í Spaniukr. 1.658,00
Ferðatrygging frá Trygdkr. 500,00
Sparingkr. 1.158,00
Eftirfylgjandi ferðir gjøgnum árið, tá ið ferðatrygging er teknað hjá Trygd, er tryggingin ókeypis.
Verður tryggingin teknað við sjálvsábyrgd kr. 1.000, verður árligi kostnaðurin kr. 425. Sparingin verður tá kr. 1.233.
Ferðatryggingin frá trygd fevnir um sama váða, sum tann vanliga ferðatryggingin, tað vil siga útreiðslur í sambandi við sjúku og skaða og møguligan heimflutning og annað. Á nøkrum økjum er fulnaðurin betri, við tað at bilferð sjálvvirkandi er umfatað, eins og eykaútreiðslur til leigu av tilsvarandi ferðaíbúð eisini er umfatað.
P/F Trygd samarbeiðir við SOS International A/S, hvørs eigarar eru fleiri svensk, norsk og donsk tryggingarfeløg. SOS International A/S hevur drúgvar royndir við at avgreiða óhapp, sum henda í útheiminum, hava m.a. ein alarmcentral, har vakt er alt samdøgrið, har tað verður tosað yvir 20 mál. Harumframt hevur SOS International egið læknalið og samarbeiðir við læknar um allan heim.
Tað er av stórum týdningi fyri Trygd, at vit kunnu verða vís í, at okkara tryggingartakarar eru í tryggum hondum, um nakað skuldi hent á ferðini, sigur Chr. C. Nielsen.