Fíggjalógin hækkað við meira enn 400 mió. kr.
Síðani sitandi samgonga tók við, fyri minni enn tveimum árum síðani,
eru
útreiðslurnar á fíggjarlógini hækkaðar við meira enn 400 mió. krónum.
Hetta
svarar til einar 4 ? 5 mió. krónur um vikuna, ella eina slaka millión
krónur, fyri hvønn yrkadag hjá, sitandi samgongu.
Hetta segði Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins á landsfundi hjá
Sambandsflokkinum í Øravík í morgun.
Edmund Joensen legði afturat, at hetta eru fíggjarligu úrslitini
higartil
hjá einari samgongu, ið hevur sum høvuðsmál, at Føroyar skulu rekast
uttan
ríkisveitingar.
Ríkisfelagsskapurin
Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, segði Edmund Joensen, at
føroya
fólk eru ótrygg við loysingarpolitkk landsstýrsins av tí at eingin
veruliga
veit hvørjar, og hvussu ógvusligar avleiðingarnar av hesum politkki
fara at
verða.
Edmund Joensen segði, at alternativi til loysingarpolitikkin er
Nýskipanaruppskot Sambandfloksins, sum tryggjar, at Føroyar gerast alt
meira
sjálvbjargnar, at vælferðarsamfelagið verður ment og varðveitt, og
eisini
fer tað at geva komandi ættarliðum fjølbroyttar møguleikar í altjóða
høpi.
Almanna- og heilsuverkið
Um almanna- og heilsumannaverkið segði Edmund Joensen, at ótryggleiki
og
ruðuleiki valdar á hesum økjum.
Formaður Sambandfloksins helt, at tað hoyrir ikki heima í einum
framkomnum
samfelagið, at t.d. sjúkrabilar eru í so vánaligum standi, at teir
steðga
upp, áðrenn sjúklingurin er komin undir læknahond.
Hann setti eisini spurnartekin við, hvussu fíggjarliga støðan í Føroyum
fór
at verða, tá fiskiárini ikki verða so góð sum nú, samstundis sum 1,3
mia.
kr. verða tiknar úr búskapinum.