45 lið hava boðað frá luttøku í ár. Hetta tal er væl lægri enn undanfarin ár. Í ár er kappingin fyrsta vikuskifti í árinum, sum er nakað fyrr enn vanligt, og er hetta møguliga ein av orsøkunum til lága luttakaratalið.
Kappingin fer annars fram í KÍ høllini og í fimleikarhallum skúlans, og verða innleiðandi dystirnir leiktir leygardagin. Sunnudagin verður so farið undir at leika finaluumførini.
Vinnandi liðini fáa steyp og heiðurstekin, og er tað P/F Kósin Seafood, sum letur hesi.
Í samband við kappingina verður skipað fyri dansi leygarkvøldið, og verður hesin hildin í Lognbrá.









