Tíðindaskriv frá Javni

Javni bjóðar limum sínum møguleikan fyri at fáa ráð-og vegleiðing frá sosialráðgeva

Javni, sum er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra,
fer nú at bjóða limum sínum møguleika at tosa við sosialráðgeva.

Endamálið hjá Javna er at stuðla fólki við menningartarni og avvarðandi teirra og virka fyri áhugamálum teirra.

Tí hevur tað longi verið eitt ynski í Javna at kunna bjóða limum sínum hetta.
Nú verður tað ein verðuleiki. Vit vita ikki hvussu stórur tørvurin á hesi ráðgeving er, men ivast ikki í at tørvur er.

Frá 1. septembur kemur Karin á Heygum, sosialráðgevi, at arbeiða á skrivstovuni á Javna, har hon eisini nakrar tímar um vikuna kemur at virka sum sosialráðgevi hjá limumun í Javna.

Hevur tú brúk fyri hesum, er tú vælkomin at støkka inn á skrivstovuna á Hoydalsvegi 40 í Tórshavn.
Tú kanst ringja á telefon 314827, ella tú skrivar teldupost adressan er: javni@javni.fo