TÍÐINDASKRIV FRÁ FORELDRAFELAGNUM HEIM OG SKÚLI

--

Foreldrafelagið Heim og Skúli hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd er vald.
Í nýggju nevndini eru:
Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna
Justin Philbrow, næstformaður
Majbrith Reynskor, skrivari
Símun Jóannesarson Hansen, nevndarlimur
Katrin á Lakjuni Olsen, nevndarlimur
 
Á aðalfundinum var greitt, at mest átroðkandi málini at arbeiða við eru tiltøk sum kunnu gera felagið meira sjónligt í samfelagnum. Eftir aðalfundin hevur nevndin gjørt raðfestingar og lagt ætlanir fyri átøk komandi tíðina
Búmerki
Fyrsta átak sum nevndin fer undir, er at skriva út eina búmerkja kapping, har øll kunnu luttaka. Freistin, at lata inn uppskot (sendast til heimogskuli@gmail.com), er sett til at vera 18. apríl 2012, og avdúkingin, hvør vinnarin er, verður 2. mai 2012. Vinnarin fær eitt gávukort frá einum av Nema handlunum áljóðandi 3.000 krónur. Búmerki skal ímynda visiónina, endamálini og uppgávurnar hjá Foreldrafelagnum Heim og Skúli. Hesi sýggjast niðanfyri:
Visión:
Lívsgóðska, menning og trivnaður hjá næmingunum í føroysku skúlunum.
 
Felagið hevur sum endamál:
• at menna samstarv millum heim, skúla og aðrar samfelagsstovnar við tí fyri eyga at betra lívgóðskuna hjá børnum;
 
Felagið hevur sum uppgávur
• at varða av áhugamálum hjá foreldrum og verjum at børnum í føroyskum skúlum;
• at styrkja luttøku og ávirkan hjá foreldrum og verjum í forskúlum, skúlum og samfelagnum annars;
• at ráðgeva heimum og skúlum;
• at menna førleikan hjá limunum við upplýsandi tilfari og øðrum;
• at royna at fáa umboðan í instansum, sum viðgera skúlan
 
Harafturat má fígging fáast til vega, soleiðis at Foreldrafelagið Heim og Skúli kann koma upp á sama støðið, sum Foreldrafeløgini í okkara grannalondum.
 
Vinarliga
 
FORELDRAFELAGIÐ HEIM OG SKÚLI
heimogskuli.fo