Tíðindaskriv frá FaroeJet

Einasta privata flogfelag í Føroyum gevst nú við virksemi sínum. Eftir fleiri royndir at útvega felagnum nýggjan kapital, steðfestir nevndin í FaroeJet, at grundarlag er ikki fyri at halda fram við flogvirkseminum

FaroeJet, sum er einasta privata flogfelag í Føroyum, gevst nú við virksemi sínum. Hetta hevur nevndin í felagnum tikið avgerð um.
 
Seinastu tíðina hevur felagið arbeitt við at útvega nýggjan kapital fyri at kunna halda fram við flúgvingini. Royndirnar at útvega neyðuga kapitalin hava ikki hepnast, og tí er ikki fíggjarligt grundarlag fyri at at halda fram við virkseminum.
 
Avgerðin hjá nevndini ber ívið sær, at felagið fer í gjaldsteðg mánadagin 18. desember. Hetta gevur felagnum neyðuga friðin til at avviklað felagið á skipaðan hátt til fyrimuns fyri allar partar. Miðað verður fram ímóti, at veitarar fáa sín ágóða dekkaðan.
 
Arbeitt verður nú við at fáa alla størri skyldur, so sum leasing og viðlíkahaldsavtalur, avgreiddar og avviklaðar við minst møguligum tapi fyri allar partar.
 
Starvsfólkini í FaroeJet hava í morgun fingið boðini um støðuna og avgerðina hjá nevndini. Eisini hava tey fingið neyðuga kunning um, hvussu teirra starvsviðurskifti verða frameftir.
 
Nevnd og stjórn harmast um avgerðina, sum er tikin, men fíggjarligi veruleikin gevur ikki felagnum aðrar møguleikar. FaroeJet hevur eina røð av sera dugnaligum starvsfólkum, og leiðslan takkar teimum fyri tað góða arbeiðið, tey øll hava gjørt fyri felagið.
 
FaroeJet varð stovnað 20. desember 2005, og eftir eitt ár í vinnu er greitt, at peningurin í felagnum er brúktur. Tað er beinleiðis orsøkin til, at felagið er farið í gjaldssteðg. Felagið hevur áður víst á, at tann órímiliga kappingarstøðan á føroyska loftferðsluøkinum hevur kostað felagnum nógvan pening og nú at enda eisini tilverugrundarlagið.
 
Avtala er gjørd við Atlantic Airways um flutning av ferðafólkum, sum hava keypt ferðaseðil við FaroeJet.
 
 
Blíðar heilsanir Knút Lutzen, nevndarformaður og Jóhann E. Simonsen, stjóri