Tíðindaleiðarin sagt seg úr starvi

Annar av høvundunum til bókina »Skjót journalistin« hevur sagt seg úr starvi sum tíðindaleiðari á Sjónvarpi Føroya fyri ikki at skaða sjónvarpið

Bókin »Skjót journalistin« hevur kravt sítt fyrsta offur. Grækaris D. Magnussen, virkandi tíðindaleiðari á SvF, hevur sagt seg úr starvi sum tíðindaleiðari og heldur seg burtur, meðan bókin er heit millum almenningin.

Fólkaflokkurin leggur eftir sjónvarpinum fyri at standa aftan fyri bókina »Skjót journalistin«, ið millum annað viðger fortíðina hjá løgmanni. Rithøvundarnir hava báðir tilknýti til Sjónvarp Føroya. Øssur Winthereig er í farloyvi sum tíðindaleiðari í SvF og Grækaris D. Magnussen er tíðindaleiðari í hansara stað. Til klokkan 12 mánadagin.

? Eg havi biðið um at vera loystur úr starvi hjá sjónvarpinum. Eg vil sleppa sjónvarpinum undan at vera sett í miskreditt og vóni, at bókin ikki førir til, at skotið verður eftir sjónvarpinum, sum als einki hevur við hana at gera, sigur Grækaris D. Magnussen.

Í fyrstu atløgu fer hann frá sum tíðindaleiðari, og hann hevur eisini sagt seg úr starvi á sjónvarpinum til 1. januar. Tá umhugsar hann støðuna av nýggjum, um hann aftur verður journalistur á sjónvarpinum.

Stjórin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar. Sjálvur viðgongur Grækaris D. Magnussen, at tað kann tykjast drastiskt, men hann hevur tikið avleiðingarnar av, at Fólkaflokkurin finst at honum og setir sjónvarpið í ringt ljós. So er spurningurin, um bókin »Skjót journalistin« fer at føra til, at fleiri leggja frá sær.