Nakað eftir at Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd saman fyri fýra árum síðan, varð kringvarpslógin samtykt við breiðum meiriluta á Løgtingi.
Um bygnað tilskilar kringvarpslógin at: ”Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir”, ein útvarps- og ein sjónvarpseind.
Við nýggja leiðslubygnaðinum í Kringvarpi Føroya varð ein tíðindaleiðari settur at leiða bæði útvarps- og sjónvarpstíðindini. Spurningurin um sjálvstøðugu eindirnar spøkti í hesum sambandi. Tí varð landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø spurd, um hon metti bygnaðin vera í lagi. Landsstýriskvinnan hevur síðan boðað frá, at tað metir hon ikki, sjálvt um landsstýriskvinnan undan henni, Kristina Háfoss, hevði góðtikið bygnaðin.
Sitandi landsstýriskvinnan hevur sostatt ein trupulleika, sum hon ikki sjálv eigur part í, men sum kortini skal loysast, annaðhvørt við at broyta lógina ella við bygnaðarbroytingum.
Hví tíðindaleiðarin í Kringvarpinum hevur fingið morgungron av einum so einfaldum máli, er ilt at meta um, men ein orsøk kann ivaleyst vera væntandi virðing fyri fólkaræðinum hjá tíðindaleiðaranum sjálvum, sum onnur í greinini ”Góðan morgun fólkaræðið Føroyar” annars verða skuldsett fyri at ræðast.
Valdsbýti
Somuleiðis skuldsetir sinti tíðindaleiðarin limir í mentunarnevnd Løgtingsins fyri frammanundan at hava góðtikið leiðslubygnaðin í Kringvarpinum. Orsøkin til uppáhaldið er, at mentunarnevndin á fundi í Kringvarpinum í mai í fjør varð kunnað um, at leiðslan í Kringvarpinum arbeiddi við møguligum bygnaðarbroytingum.
Tíndaleiðarin átti at vitað, at Løgtingið er lóggevandi, ikki útinnandi. Tað er tí ikki luturin hjá løgtingssnevndini at gera ella góðkenna bygnaðin í Kringvarpi Føroya. Ta uppgávuna eiga landsstýrið, aðalráð, stovnsleiðslur og stýrið. Hetta var eisini greiða niðurstøðan eftir kunnandi fundin í Kringvarpi Føroya í fjør.