Tíðindakvinnur latnar leysar

Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton fór í morgun úr Norðurkorea saman við teimum báðum tíðindakvinnunum, sum hava sitið í fongsli í Norðurkorea síðani í vár. Bill Clinton kom til Norðurkorea fyrr í vikuni, og ørindi hansara vóru at royna at fáa tíðindakvinnurnar Laura Ling og Euna Lee leysar.

Tær báðar vórðu tiknar í mars og dømdar 12 ára arbeiðslegu fyri at vera komnar ólógliga til Norðurkorea. Men í gjár kunngjørdi stjórnin í Pyongyang, at landsins leiðari, Kim Jong-Il, hevði givið teimum grið.

Hvítu Húsini í Washington leggja dent á, at Bill Clinton tók sjálvur stig til ferðina til Norðurkorea, og at ferðin merkir ikki, at viðurskiftini millum londini bæði eru broytt.