Tíðindafundur: Tað trýst á maltesisku spælarunum

- Vit mugu tora at spæla fótbólt og njóta tað. Fótbóltur er eitt stuttligt spæl, sigur Ray Farrugia

Landsliðið hjá Malta er komið til landið og skal nú hava sína venjing á Tórsvølli. Undan venjingini hevur tíðindafundur verið. Á tíðindafundinum vóru Ray Farrugia, landsliðsvenjari, og stjørnuspælarin Michael Mifsud.

Tað er ikki bara í Føroyum, at vit hava stórar vónir til okkara spælarar. Tað er eisini ein avbjóðing á Malta, sigur landsliðsvenjarin.

- Allir dystir hava sínar avbjóðingar. Styrkimunurin millum Føroyar og Malta er ikki stórur, so vit mugu vera fokuseraðir, men vit mugu ikki vera ræddir at vera á vøllinum, sigur Ray Farrugia íðin á málinum og leggur afturat:

- Tað er ein avbjóðing at tað er ov stórt trýst á okkum úr Malta. Fótbóltur er eitt stuttligt spæl, sum spælararnir skulu njóta. Vit mugu tora verða á vøllinum, sigur landsliðsvenjarin hjá Malta.

##med2##

Hann heldur fyri, at fólkið í heimlandinum leggur ov stórt trýst á spælararnar. Ray Farrugia hevur verið maðurin aftanfyri eina broytingartíð á landsliðnum, har fleiri nýggir og ungir spælarar hava fingið møguleikan. Tó gongur sáttmálin við maltesiska landsliðið út í vetur.

- So leingi eg havi sáttmála, so haldi eg fram við at seta spælarar við. Vit eru í holt við eina tilgongd, men tað tekur tíð. Vit kunnu ikki bara vænta at brádliga vinna á Svøríki. Við at geva tí tíð, so blíva spælararnir betri. Tað er eg, sum taki eina risiko, og tað er eg, sum líða, men vit kunnu ikki steðga nú, sigur Ray Farrugia.

Javnt góð lið

Bæði landsliðsvenjarin, Ray Farrugia, og legendariski áleyparin, Michael Mifsud, eru á einum máli um, at Føroyar og Malta eru áleið eins sterk. 

- Vit vunnu fyrra dystin, men hesin dysturin verður øðrvísi. Millum annað tí seinast spældu vit við tíggju monnum í 40 minuttir, sigur Ray Farrugia.

Hann sigur eisini, at hann hevur virðing fyri Lars Olsen sum landsliðsvenjara. Michael Mifsud var meiri fámæltur á tíðindafundinum, men fegnaðist um at EM-vinnandi Lars Olsen hevði rósandi orð at bera honum á sínum tíðindafundi.

 ##med3##

- Tað eri eg sjálvandi glaður fyri. Tað er slíkt, sum fær meg at halda fram, men beint nú snýr tað seg um liðið og dystin í morgin. Styrkismunurin millum Føroyar og Malta er ikki stórur, og hetta er ein týdningarmikil dystur fyri okkum, sigur Michael Mifsud.

Ray Farrugia hevði eisini rósandi orð at bera 38 ára gamla Michael Mifsud, sum millum annað hevur spælt í Premier League. Áleyparin hevur spælt 139 landsdystir og skorað 41 mál.

##med4## 

- Um vit høvdu tveir Michael Mifsud, so hevði eg kunna spælt øðrvísi og tosa øðrvísi undan hvørjum dysti. Hann hevur vunnið virðing kring alt Evropa, men so leingi vit bara hava ein, so mugu vit hava tol við landsliðnum, sigur landsliðsvenjarin hjá Malta.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystinum, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Upptakt byrjar eftir tíðindini klokkan 17. 

##ms##