Tíðindafundur: Eg haldi eg síggi gott út

Atli Gregersen er í stórform til tíðindafundin í Aserbadjan

Føroyar spæla í morgin móti Aserbadjan í Nations League. Í dag er tíðindafundur á olympiska leikvøllinum. Fyrstur at fáa spurningar er liðskiparin hjá okkum, Atli Gregersen, og hann er í stórformi. Spurdur um hann var troyttur ella sjúkur, tí hann sá eitt sindur innballaður út svaraði hann, at tað var ein undarligur spurningur, tí hann er væl fyri og sær kanska best út av øllum.

 

Lars Olsen hevur orðið:

Vit komu til Aserbadjan týsdagin og hava havt tríggjar góðar venjingar. Vit taptu 3-0 seinast móti Aserbadjan, har teir revsaðu okkum hart. Eg veit, at Aserbadjan er eitt betri lið, tá teir spæla á heimavølli, men eg trúgvi upp á mítt lið, og at vit kunnu vinna í morgin.

 

Lars Olsen um liðið:

Eg havi ikki sett liðið til dystin enn. Tíðindafólkini hava gitt liðið, men tað er ikki sett.

Lars um favorittin í bólkinum:

Eg kann bara siga tað, sum eg havi upplivað tað. Eg haldi, at besta liðið vit hava spælt ímóti er Kosovo.

 

Atli Gregersen:

Vit hava vant hart og vóna, at vit ikki gera somu mistøkini. Vit vóna nú, at hesa ferð hava tit bóltin, meðan vit revsa tykkum. Vit vita at tað verður torført, men eg trúgvi up á Gud og eg trúgvi upp á, at vit kunnu vinna á hesum flotta landinum á hesum flotta leikvøllinum.

 

Hatta var ein undarligur spurningur, tí eg eri hvørki troyttur ella kaldur. Eg eri til reiðar til dystin og haldi, at eg síggi gott út!