Tíðindafundur: Atli Gregersen takkar fyri seg

- Eg havi ikki spurt konuna, men jú hetta verður mín seinasti heimadystur, sigur Atli

Føroyska landsliðið hevur í dag vant á Tórsvølli undan EM-landsdystinum móti Malta, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Lars Olsen og Atli Gregersen eru á fundinum.

Lars Olsen: Vit spældu leygardagin móti Rumenia og vit avrikaðu væl, men vit taptu enn eina ferð. Vit fingu eitt leikbann (Gilli Rólantsson, balðm) og tveir skaðar, men eg kann ikki siga so nógv um skaðarnar beint nú. Vit tatpu móti Malta seinast og ætla okkum at vinna hesaferð. Strykin hjá Malta liggur í verjuspartinum. Um vit ikki vinna, so er hetta eitt stórt vónbrot fyri okkum

 Atli Gregersen: Eg havi ikki spurt konuna enn, men jú hetta verður tað. Eg haldi ikki vit kunnu vinna okkum til EM, so um vit ikki spæla ein venjingardyst, so er hetta mín seinasti dystur á heimavølli. Eg vil ikki siga ov nógv. Vit høvdu ein góðan dyst móti Rumenia, men tað var bara í 75 minuttir. Nú síggja vit fram til dystin móti Malta. Hetta verður seinasti dysturin hjá Lars Olsen á heimavølli og vit vilja gjara geva honum ein sigur í takkargávu. Hann hevur verið stórur partur av føroyska landsliðsarbeiðinum seinastu átta árini.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystinum, verður í týskvøldið klokkan 19.45. Upptakt byrjar eftir tíðindini klokkan 17.