Tíðindafólk velja reytt ella grønt

Borgarligir politikarar plaga at siga, at flestu tíðindafólk velja flokkar vinstrumegin miðjuna, og nú staðfestir ein kanning, at hetta er felags fyri tíðindafólk í fleiri londum.

Kanningin, sum umfatar tíðindafólk í Danmark, Noregi og Svøríki, vísir, at 57 prosent av teimum norsku tíðindafólkunum velja reytt ella grønt. Í Svøríki er parturin 77 prosent og í Danmark 80 prosent.

Í Danmark er Radikali Vinstri væl væl umtóktur millum tíðindafólk, tí sambært kanningini velja 30 prosent av teimum donsku tíðindafólkunum flokkin hjá Margrethe Vestager, búskaparmálaráðharra.