Tíðindafólk flýggja úr kringvarpinum

Eitt tíðindafólk fyri og annað eftir fer úr farloyvi frá Kringvarpi Føroya

Orrusturnar hava verið fleiri í Kringvarpi Føroya seinastu tíðina, og sum skilst hevur hýrurin eisini leingi verið sera vánaligur millum starvsfólkini.
Nú verður stjórin undirdíkt í umsóknum um farloyvi, og higartil hevur hon játtað allar.
Tey, sum hava fingið játtað farloyvi, vilja ikki útgreina, hví tey øll nú vilja burtur frá stovninum. Tey treingja til at gera okkurt annað, siga tey bara.
Men tað kann neyvan vera av tilvild, at so nógv fara at kalla í senn í farloyvi.
Ingi Rasmussen fór í farloyvi 1. mars.
Elin Winther Poulsen, sum ikki var í føstum starvi, gavst eisini 1. mars.
Jóhann Mortensen fer í farloyvi 1. apríl.
Ingolf S. Olsen fer eisini í farloyvi 1. apríl.
1. mai fer Sigmar Bláberg í farloyvi, fyribils í eitt hálvt ár.
Jón Brian Hvidtfeldt, sum varð koyrdur frá sum tíðindaleiðari, skal svara í hesum mánaðinum, um hann hevur hug at halda fram sum vanligt tíðindafólk á stovninum. Um ikki, verður kringvarpið eisini hann fátækari.
Av tí at so nógv eru farin ella fara, hevur kringvarpið sett nøkur fólk fyribils í starv, men hesi fólk steðga bara í nakrar mánaðir.