Tórshavnar Kamarkór er júst afturkomið av fer í Slesvig. Kórið varð boðið at luttaka á ró- og mentanarstevnuni, sum var í Slesvig í døgunum 5.- 9. august. Kórið hevði fýra framførðslur.
Sungið var á strondini tá róðrarbátarnir, við Naddoddi og hornblásarum á odda, komu rógvandi inn at strondini. Ein sera bergtakandi stund.
Síðan sang kórið tá stevnan varð sett. Millum røðararnar vóru Hansara Hátign Joakim Prinsur og Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Leygardagin varð sungið úti á vøllinum á høvuðstónleikarasenuni. Nógv fólk var til hesa framførðslu, tó at ljóðviðurskiftini vóru ikki heilt nøktandi.
Hæddarpunktið var, tá Kamarkórið sang í sera hábærsligu Dómkirkjuni í Slesvig, sum hevur avbera góð ljóðviðurskifti - júst sum kórsangarar ynskja sær tá tað er best.
Fyri framman hevur kórið fleiri avbjóðingar, og fer nú undir eina verkætlan at syngja saman við The Romeo & Juliet Choir / the royal dramatic theatre, í Svøríki.