Uni Holm Johannesen
Christian Høgni Jacobsen var í seinastu løtu nær við at javna fyri Føroyar, tá hann var fyrstur á afturspæling. Men úr spískum sendi hann beint í kropsskinnið á málverjanum.
- Alt hendi so skjótt. Eg kom ímillum, tá hann skuldi spæla aftur til málverjan, men tíðin var knøpp at hugsa seg í. Eg royndi at lyfta bóltin upp um hann, men tað eydnaðist so ikki.
Tit hava nógv positivt at taka úr hesum dystinum?
- Avgjørt. Hugburðurin var sera góður. Tað var sera trupult at fáa ferð á bóltin í fyrra hálvleiki, men teir vóru eisini ótrúliga bólttryggir. Men avrikið í dag gevur alíkavæl góðar vónir til dystin móti Eysturríki, sigur Christian Høgni Jacobsen.