Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Hvar fór pensjónsreformurin ?
Heldur tað almenna lógina um javnstøðu ?
Hvat bleiv av nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki ?
Hesir spurningar hanga í luftini saman við so mongum øðrum spurningum, ið almenningurin hevur áhuga fyri, og omanfyri nevndu spurningar eru bert partur av tí, sum politikarar hava ábyrgdina av og skulu gera nakað við.
Onkur vil helst longu siga, at omanfyri nevndu spurningar eru smáir í mun til so nógv annað, sum hevur størri týdning í okkara samfelag.
Eg kann ikki nokta fyri, at nógv onnur mál eru eftir at loysa, nú meira enn helvtin av hesum løgtingsskeiði er farið aftur um bak, men eg nevni her nøkur dømi, sum hava týdning og eiga at raðfestast høgt.
Pisa kanningin
Úrslitið av Pisa kanningini verður umrøtt nógv í løtuni, og tað er gott og skal til, men nú skal eisini gerast nakað. Sum ein teirra, ið ikki er læraralærd og ikki havi børn longur í fólkaskúlaaldri, men havi dittað mær at havt at fólkaskúlanum, havi eg ferð eftir ferð fingið at vita, (serliga frá skúlalærarum) at hatta veit eg ov lítið um, tí børnini duga so nógv annað í dag, sum vit ikki dugdu á teirra aldri, og at onki var galið við fólkaskúlanum.
Møguliga er okkurt rætt í tí, men næstan dagliga eru dømi um tørv á almennari vitan hjá bæði børnum og ungum , sum eg ikki skal fara í smálutir við her. Skuldi eg nevnt okkurt, kundi tað t.d. verið vitan um geografi ella førleika í máli og mállæru. Tað enska duga tey væl, meðan serliga føroyskt, danskt ella norðurlendskt er í flestu førum alt ov vánaligt.
Pensjónsreformurin
Pensjónsreformin hava vit tosað um leingi.. Bíðað hevur verið eftir úrsliti frá arbeiðsbólki, sum so ikki bleiv til nakað allíkavæl, alt meðan tíðin gongur.
Slíkur reformur tekur langa tíð at semjast um, tí kunnu vit spyrja av røttum, hvar vit standa í løtuni.
Meðan summi fakfeløg hava tryggjað sínar limir, eru onnur sum standa uttanfyri.
Tað frættist nú, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum er farin í holt við at gera nakað við spurningin, men hvør luttekur í arbeiðnum? Og hvat hendir ?
Javnstøðulógin
Løgtingið hevur samtykt eina javnstøðulóg, men sjálvt hitt almenna tekur ikki lógina í álvara. Umstøðurnar hjá javnstøðunevndini eru vánaligar, og lógin sjálv fær ikki altíð tey bestu orðini við á vegnum, tá hon verður umrødd á løgtingsins røðarapalli.
Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki.
Skjótt er hálvt ár er farið, síðan nevndin, ið løgtingið samtykti, skuldi farið til verka, men mær vitandi er onki hent enn. Óneyðugt skuldi verið at mint á, at um hálvtannað ár skal nevndin vera liðug við sítt arbeiði. Nevndin skal við næstan ongum pengum seta fleiri tiltøk og kanningar í verk !
Hesi bæði seinastu dømini er ikki nakað henda samgonga kann reypa sær av, tvørturímóti!
Okkurt gleðiligt tó
Tað eydnaðist endiliga at fáa samtykt bygging av nýggjum hølum til Tekniska skúlan í Tórshavn og høli til Handilsskúlan, ið eisini hevði hølistørv.
Hetta fegnast vit í Sambandsflokkinum serliga um, ikki minst tí royndin hjá okkum í 2003 ikki fekk politiska undirtøku, men nú eydnaðist tað so!
Bert spell, at semja ikki kundi fáast um nýggjan studentaskúla á sama staði eisini. Tað hevði verið til stórt gagn fyri okkara komandi ungdóm og tær avbjóðingar, sum framtíðin fer at bera í sær !