Tíðin má ikki vera avgerðandi

Jóannes Eidesgaard heldur, at vit mugu ikki stara okkum blind uppá, at ferjulegan skal vera liðug, tá ið ið nýggja suðuroyarskipið er liðugt

Samferðsluhavn í Suðuroy

?Eg vildi ynskt at hetta endar við, at nattúran við Lítlu Hólmar verður varðveitt.
Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, er ein av teimum, sum nú hevur reist iva um ætlanin at gera samferðsluhavnina við Lítlu Hólmar av umhvørvisligum orsøkum.
Hann var eisini ein av teimum, sum hevði tikið stig til almennan fund leygardagin í Øravík, har umboð fyri landsverkfrøðingin var við, umframt landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Eyðun Elttør og løgtingsmaðurin, Henrik Old, sum er formaður í vinnunevndini, ið viðgerð uppskotið um samferðsluhavn á Drelnesi.
Eini 50 fólk høvdu leitað sæa á fundin hendan altjóða kvinnudagin . Men um tað er tí, at konufólk ikki hava áhuga fyri umhvøvismálum, ella um tað er tí at tær vóru upptiknar av kvinnudegnum - ella um orsøkin var ein heilt onnur- skal vera ósagt, men í øllum førum vóru konufólkini á fundinum ikki meiri enn 5-6 í tali av teimum 50 fundarfólkunum.

Møtimikið at broyta nú
Sum fundur leið gjørdust meiri og meiri greitt, at verður meiri enn ivasamt um Jóannes Eidesgaard fær ynski sítt uppfylt.
Hann segði, at hann ivaðist ikki í, at Landsverkfrøðingurin hevði arbeitt í góðari trúgv av tí at kommunurnar í oynni høvdu verið kunnaðar og sótu í bólkinum, sum fylgdu við ætlanini.
Og nú ætlanin var komin so langt, ásannaði hann, at tað fór at vera møtimikið at broyta hana aftur.
Men hann helt kortini, at vit eiga at gera alt, vit kunnu, fyri at varðveita Lítlu Hólmar, sum er natúruvakrasti blettur á Trongisvágsfirði.
Hann segði, at hóast hann visti, at nýggj samferðsluhavn skuldi gerast, droymdi hann ikki um, at hon fór at verða løgd júst har og tað undraði hann at friðingarmyndugleikarnir høvdu góðkent ætlanina.
Orsøkin til, at ongin hevði gørt vart við seg, fyrrenn nú, var, at ongin hevði vitað av, at ferjulegan skuldi leggjast við Lítlu Hólmar fyrrenn fyri kortum.
?Og vit eiga at endurskoða ætlanina, so at hon kann flytast, hóast tað merkir, at havnin ikki verður liðugt til suðuroyarskipið kemur og hóast tað merkir, at hon kostar eitt sindur meir.
Hann vildi tí hava at vita, um at tað bar til at flyta hana einar 50 metrar longri inn og at fáa eina eins góða havn afturfyri.
Til hetta svaraði Landsverkfrøðingurin, at alt ber til, bara tú betalir fyri tað. Sí eisini aðra grein her í blaðnum um sama mál.
Jóannes Eidesgaard helt, at vit hava skyldu til at varðveita natúruna, tí er tað fyrst farið, vendst ikki aftur.
Og hann helt, at verður havnin ikki liðug til nýggja Suðuroyarskipið kemur, kann Smyril brúka onkra aðra havn í Suðuroy í eina tíð.
Sakkøn á fundinum hildu, at av neyð kann nýggja suðuroyarskipið brúka gomlu Havnina á Tvøroyri í eina tíð, men tað er meiri ivasamt um tað ber til at brúka Drelnes, tí skipið er so nógv longri enn bryggjan er.
Sí eisinigreinarnar:
?Seta strangar treytir?
?Alt má gerast umaftur?
?Guds gávu er tað skylda okkara at varðveita?
?Ein bardagi við tíðina?