Í røðu síni í Norðurlandaráðnum í dag gjørdi Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vart við, at føroyingar vilja framvegis hava sjálvstøðugan limaskap í ráðnum Løgmaður vísti á røðuni á, at Løgtingið í 2003 einmælt samtykti at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, og at ráðið á fundi seinasta heyst samtykti, at tey sjálvstýrandi londini skulu fáa møguleika agt luttaka á jøvnum føti við hini londini.
Kaj Leo Johannesen segði, at samtyktin seinasta heyst var eitt stórt framstig, men hann gjørdi vart við, at tað føroyska málið er framvegis fullur limaskapur.
Hann ásannaði, at fullur limaskapur fer at krevja broyting í Helsingfors-sáttmálanum, og hann spurdi, um tíðin ikki er komin til at endurskoða hann.
-Eg og mín stjórn fara at virka fyri tí í einum jaligum samskifti við okkara norðurlendsku vinir, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
At enda í røðuni nevndi hann kreppuna í Íslandi, men hann helt, at íslendingar hava ta megi, sum er neyðug í slíkum tíðum, og at íslendingar fara at koma styrktir burtur úr kreppuni.