Næstu tveir mánaðirnir skulu fólk vera á varðhaldi. Tað er nevnliga nú, at influensa og aðrar virus-sjúkur herja landið.
- Hetta er tíðin, tá influensurnar raka okkum, og tíðin er eisini komin til at spoyta seg ímóti teimum influensunum, sum kunnu koma, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn.
- Tað, sum vit hava í løtuni, eru tær vanligu virus-sjúkurnar, ið raka luftveg, nøs og lungu, har vøddapína fylgir við. Tær raka ein sjúkling í 2 dagar upp til eina viku, og tær eru hvørt heyst, sigur Sølvi Winther Olsen.
Influensan er ein harðlig sjúka og tiltikin fyri at verða skrøpp, sigur Sølvi. Tey veruliga ógvusligu Hong Kong-virusini, sum kunnu vera vandamikil, hava vit tó ikki sæð í Føroyum í nógv ár, tíbetur, men linari influensur raka okkum so at siga hvørt ár. Fyri at fyribyrgja at vit verða rakt av teimum meira harðligu influensunum, er týdningarmikið at vit lata okkum pirka.
- Eg havi ikki lagt til merkis, at nøkur influensa er á veg, men so skjótt tey í grannalondunum fara at hosta og fáa fepur, gongur ikki long tíð, áðrenn vit eisini eru rakt, sigur Sølvi.
Kommunulæknarnir eru farnir í gongd við at vaksinera fólk, sum ynskja tað, men Sølvi undrast á, at tað eru so fá, sum taka av hesum møguleika. Tað er óheppið, tí hetta er tíðin at fáa tað gjørt, og tað kann skjótt gerast ov seint. Tá so nógv eru vorðin sjúk, koma øll rennandi í senn, ístaðin fyri at fleiri fáa tað gjørt beinanvegin.
Tey, sum eru eldri enn 65 ár, ella onnur, ið eru sjúk, sleppa fyrst framat, tí tey eru ringast fyri, um tey verða rakt.
Um ein verður raktur av influensu, eru bestu ráðini at halda seg innandura og ikki smitta onnur. Vanligt er, at man verður raktur av høgum fepri. Tað kunnu læknarnir sum so ikki gera nakað við, og penisillin hjálpir ikki. Ráðini frá Sølva eru eisini, at sjúklingar fáa sær magnyl og panodil, meðan teir hava influensu.
Tá talan er um børn, skulu foreldur verða á varðhaldi, tí tey fáa ofta útslett, og vandi kann vera fyri meningitis. Um børn fáa reyðar blóðblettir á húðina, er best at seta seg í samband við lækna.










