Tíðin kanska komin til vápnahvíld í Miðeystri

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Shimon Peres, heldur, at verður tað friðarligt í Ísrael og teimum palestinsku økjunum teir næstu dagarnar, er kanska rætt at fáa vápnahvíld í lag

ÚTLAND


Shimon Peres sigur, at binda partarnir frið einar tveir ella tríggjar dagar afturat, hevði tað ikki verið av leið, at ísraelsmenn og palestinar settust við samráðingarborðið fyri at fáa eina vápnahvíld í lag.

Peres heldur, at vápnahvíldin kann laðast eftir Tenet-ætlanini, sum fyrrverandi CIA-stjórin George Tenet var upphavsmaður til. Sambært Peres kundi ein tílík vápnahvíld samstundis skapt grundarlag fyri víðari samráðingum, sum kundu verið grundaðar á ta sonevndu Mitchell-ætlanina. Sambært hesari ætlanini skal ein vápnahvíld nýtast til at geva pørtunum stundir til at fáa virðing fyri hvør øðrum, so teir veruliga kunnu líta á hvør annan í teimum komandi friðarsamráðingunum.

Bæðið ísraelsmenn og palestinar hava alla tíðina sagt, at friðarsamráðingarnar eru meiningsleysar, so leingi partarnir ikki hava álit á hvør øðrum.

Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at semingsmaðurin, Anthony Zinni, fer aftur til Miðeysturs. Hann vendi aftur til USA fyri fjúrtan døgum síðani, tí einki kom burtur úr semingsroyndini. Shimon Peres er fegin um amerikansku avgerðina, tí amerikansk luttøka hevur sera stóran týdning fyri royndina at fáa varandi frið, sigur hann.

Eisini palestinski leiðarin, Yasser Arafat, er til reiðar at fara undir samráðingar. Arafat segði nýggjársdag, at hann er sinnaður at tosa við Zinni, tá hann kemur aftur til Miðeysturs.