Tíðin farin frá stýrislagnum í Kuba

Benedikt pávi 16. leggur ikki fingrarnar ímillum, nú hann er á veg vestur um Atlantshavið at vitja Meksiko og Kuba. Hansara boðskapur til leiðsluna í Kuba er, at tíðin er farin frá tí kommunistiska stýrislagnum, og at tíðin er komin til at lata samfelagið upp fyri umheiminum.

-Tann marxistiska hugsjónin er ikki í samljóði við veruleikan longur, sigur pávin og eggjar leiðarunum í Havanna til at leggja á annan bógv.

Viðurskiftini millum Vatikanið og Kuba vóru ikki tey bestu í mong ár, men tey seinnu árini eru tey batnað. Eitt nú var Jóhannes Páll pávi 2. tvær ferðir í Kuba og tosaði við Fidel Castro, seinast í 1998.

Pávin kemur til Meksiko í dag, og mánadagin heldur hann leiðina fram til Kuba. Hann skal hann hitta Raul Castro, forseta, men tað er ógreitt, um hann fær orð á Fidel Castro eisini.