Tíðin farin frá primitivum verkføllum

?Eg fari ikki at siga, at verkfalsrætturin skal takast frá fólki, men verkfallini eiga at verða vend ímóti teimum røttu, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Semja


?Nú má tíðin vera farin frá hesum primitivu verkføllunum.

Vilhelm Johannesen, at nú vit eru farin í eina nýggja øld, má tíðin eisini vera komin til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum leggja á annan bógv.

?Eitt er at fara í verkfall. Men at róta í viðførinum hjá vanligum fólki og at forða fyri, at landsskaðilig fiskasjúka verður niðurbard, tað er at fara ov langt.

Hann heldur, at nú má tíðin vera komin til nýmótans samráðingartaktikk og -teknikk.

? Tað krevur álit millum partarnar og ein skilagott samskifti. Og tað krevur at allir poartar vísa samfelagssinni og síggja støðuna í einum størri samfelagsligum samanhangi. Rakstraróp og blokadur eru ikki vegurin fram tí í dagsins samfelag byggja arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar sína vælferð á eina framleiðslu, sum báðir partar í felag varða av og ongin fær nakað við sær.

?Eg fari ikki at siga, at verkfalsrætturin skal takast frá fólki. Men verkfall mugu vendast ímóti teimumn røttu og ikki ímóti øðrum.


Sama løn fyri sama arbeiði

Arbeiðsgevarar hava hildið fast um, at vit skulu hava somu løn fyri sama arbeiði um alt landið. Fara tit nú eisini at lata limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag, og feløgunum í Klaksvík, fáa somu aldursviðbót, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fáa?

Tað vil hann ikki svara beinleiðis uppá. Men hann sigur:

?Tað er framvegis ein meginregla, sum vit halda fast um. Og tað meginregluna fara vit at gera, hvat vit kunnu, fyri at halda. Hetta er eitt mál, sum verður tikið upp nú og tað kann ikki útihýsast, at aldursviðbótin verður sett í verk allastaðni, tí vit vilja hava, at lønin er tann sama, bæði í bygd og í bý.


Rótin til ruðulleikan

Vilhelm M. Johannesen heldur annnars, at hetta verkfallið var óneyðugt.

?Vit vóru komin so langt, áðrenn tað slitnaði, at tað var óneyðugt. Vit kundu havt rokkið einum úrsliti, uttan at hendanstøðan skuldi komaí. Og tað liggur fast, at í Klaksvík hava fólk í fiskaarbeiði forvunnið upp í 14.000 krónur hesar dagarnar meðan verfallið var.

Men hann heldur, at helst eru óskipaðu viðurskiftini millum arbeiðarafeløgini í Føroyum eisini ein rótin til ruðuleikan á arbeiðsmarknaðinum.

? Fyri arbeiðsgevarar hevðit að verið ein stórur fyrimunir um arbeiðarafeløgini høvdu klárað at semjast um eitt felags samráðingarupplegg næstu ferð. Tí so sleppur Føroyaland kanska undan einum nýggjum, skilaleysum verkfalli orsakað av innanhýsis klandri millum arbeiðarafeløgini, siga arbeiðsgevararnir.