Seinastu árini hevur tað bara verið hendinga kona, sum hevur átt barn heima. Onkur tí hon hevur valt tað sjálv. Aðrar tí tær ikki hava nátt á sjúkrahús.
Í útvarpssamrøðu í seinastu viku segði Eliesar Arge, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, at ein máti hjá sjúkrahúsunum at spart kundi verið, um konur aftur fóru at eiga heima
? Eg eri ikki fyri, at konur aftur skulu eiga børn heima, og tað munnu tær flestu jarðarmøðurnar verða samdar um, sigur Ingibjørg Rasmussen, sum er leiðari fyri jarðarmøðraskipanina í Føroyum.
Broyttar umstøður
Eitt er at trygdin við at vera nærindis læknahond. Annað er, at umstøðurnar ikki eru hjá teimum flestu til at eiga heima, sum tær vóru fyrr, tá fleiri fólk vóru í húsi, sigur Ingibjørg, sum tó er samd við Essa Arge í, at tað er ?normalt? at eiga.
Og tað kundi verið gjørt minni sjúkrahúskent at átt, sjálvt um konur allar eiga á sjúkrahúsi. Á sjúkrahúsinum í Glostrup í Danmark hava tey júst eina deild beint við síðuna av deildini fyri kvinnusjúkur. Jarðarmøðurnar eru har einsamallar um at taka ímóti børnunum tá einki bagir. Men hendir okkurt, so verða læknarnir boðsendir. Ein slík skipan kundi verið áhugaverd at fingið, heldur Ingibjørg.
Má fyrireikast
Tað hevur verið talað um í Føroyum at fara yvir til eina skipan, soleiðis at konurnar koma inn á sjúkrahús at eiga ambulant. Ein tílík skipan byrjaði nú 1. januar í Ringkøbing Amt. Tær konurnar, sum hava átt, og alt gongur væl, verða útskrivaðar tveir tímar eftir, at tær hava átt. Tær kunnu tó verða innlagdar, um tær eru einsamallar heima, t.d. tí maðurin er til sjós.
? Men skulu vit hava eina tílíka skipan, má hon fyrireikast væl, sum tey hava gjørt í Ringkøbing Amt. Tað hevur við sær, at jarðarmøðurnar mugu oftari út, og meira verður at gera hjá heilsu- og heimasjúkrasystrunum, sigur Ingibjørg.
Tílík skipan er bíligari fyri sjúkrahúsini, men kommunurnar fáa fleiri útreiðslur.









