Tíðin er komin til starvsfólkið

Tað hevði verið ein sen­sa­tión í heimsflokki, um vit vunnu á Italia í fótbólti – Ja, sjálvt ein tepur ósigur hevði verið fantastiskur. Men einki røkist fyri hesum

Okkara heilsuverk kann hin vegin eftir øllum at døma kappast við tey, sum vit vanliga samanbera okkum við, tá ið um sjúklinganøgdsemi ræður. Níggju av 10 sjúklingum eru nøgd við viðgerð og røkt á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Tað er hóast alt ikki so galið, tá ið hugsað verður um, at eitt gott og trygt heilsuverk er tað, sum øll menniskju virðismeta mest í einum vælferðarsamfelag.

Men enn eru vit ikki komin á mál, og tað ber kanningin eisini greið boð um, eins og orðaskiftið í heyst, tá ið fólk greiddu frá ymiskum sorgarleikum, sum tey hava verið fyri, sum dømi um, at aðrar avgerðir, aðrar manna­gongdir og betri fakligir førleikar í heilsuverkinum, kundu fyribyrgt hesum sorgarleikum.

Hesa greinarøð nýttu løgtingmenn til fleiri lemjandi orðaskifti í ting­inum, har sjúkrahús­verkið var fyri einari niðrandi og óvirðiligari viðferð. Kropp á kroppi fóru teir á røðara­pallin at tosa niðursetandi um sjúkrahúsverkið, uttan at hugsa um starvsfólkið. Ikki eitt orð um tær mang­an ótolandi arbeiðsum­støður, sum ráða innan heilsuverkið.

Eg loyvi mær at ivast í, hvussu ein nøgdsemiskann­ing av løgtingmonnum okkara hevði tørnað út. Kanska skuldu teir verið nøgdir, um ein av 10 føroyingum vóru nøgd við teirra avrik.

 

Íløga í starvsfólkið

Tað sum er neyðugt er fyrst og fremst at gera íløgur í starvsfólkini, at menna tey, at føra ein miðvísan eftirútbúgvingar- og trivnaðarpolitikk, og síðst men ikki minst at virðismeta starvsfólkini.

Einki verk er betri enn fólkini, ið starvast í skip­ani. Virðismiklasta tilfeing­ið er júst starvsfólkið. Í alt ov mong ár hevur týdning­urin av starvsfólkamenning og starvsfólkarøkt verið undir­mettur í heilsuverkinum.

Verður henda íløga raðfest høgt – koma framstigini og ábøturnar heilt av sær sjálvum.

Tíðin er komin til tess.